Grand Prix luttøkan hevur longu givið nógv

Grand Prix luttøkan hevur longu givið nógv
Hóast hon hevur nógv um at vera, kennir Sissal seg ikki strongda av at vera við í tónleikakappingini. - Eg royni at njóta hesa tíðina, sigur hon
 
25.02.2025 - 11:46
1728242


Tað er nú leygarkvøldið, at Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen er við í Melodi Grand Prix kappingini í Boksini í Herning.

Sangurin eitur Hallucination, og hann er sambært veddingarfyritøkunum stórfavorittur at strúka avstað við fremsta plássinum og soleiðis geva atgongd til Eurovision í Basel í Sveits.

Seinasta framrokningin sigur, at tað er 53 prosent møguleiki fyri, at Hallucination vinnur danska Grand Prixið.

Longu nú kann Sissal staðfesta, at Grand Prix luttøkan hevur givið nógv. Spælingar á stroymingartænastunum vinda upp á seg, og fleiri útvarpsstøðir hava sett Hallucination á sínar playlistar.

- Eg trúgvi upp á sangin, men vinnur hann ikki, gert ikki við, sigur Sissal, sum gleðir seg til sínar tríggjar minuttir á pallinum.

Fíggjarkarmurin er avmarkaður, og tí er pallframførlan einføld. Nógv er gjørt við tað, sum sæst á bakskíggjanum, men fokus verður fyrst og fremst á Sissal.

Kendi føroyski sjónvarpsframleiðarin, Per Zachariasen, hevur veitt eina hjálpandi hon í sambandi við pallsetingina.

Longu nú ber til at atkvøða fyri teimum átta sangunum á Grand Prix Appini hjá DR.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109