
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Árliga Spæl føroyskt-vikan var í kvøld sett í hugtakandi Listastovuni í Miðvági, ið telist millum virknastu og mest sermerktu spælistøð í landinum.
Talan er um gamla møtisalin hjá Brøðrunum í Miðvági, Salem, ið nú eisini hýsir alskyns tónleikatiltøkum.
Hátíðardámur var yvir løtuni, har Vágakórið legði eina tignarliga grund fyri setanini.
Myndir: © Bjarni Árting Rubeksen
Borgarstjóri í Vága kommunu, Bjarni Prior, bjóðaði vælkomin, tá Vágakórið hevði sungið. Bjarni Prior vísti á, at íløgan í tónleik er ein íløga í okkara framtíð.
"Tónleikur er ein týdningarmikil partur av okkara samfelagi, okkara trivnaði og okkara mentan. Tí eiga vit øll – kommunur, stovnar og fyritøkur – at stuðla undir tónleikamentanina í nærumhvørvinum, soleiðis at vit fáa fleiri pallar, fleiri møguleikar og eina sterkari tónleikamentan."
Bjarni Prior, borgarstjórin, segði eisini, at hóast eldhugað sjálvboðið arbeiði er avgerandi fyri at Listastovan er til, er tað eisini neyðugt við tryggum og góðum fysiskum karmum.
"Vága kommuna ynskir at vera ein virkin partur í áhaldandi at betra um hesi karmar, soleiðis at Listastovan framhaldandi kann virka og mennast sum eitt livandi spælistað. Kommunan vil bæði stuðla undir tað sjálvbodna arbeiðið og tryggja, at Listastovan hevur eitt stað at húsast við umstøðum, sum eru hóskandi til framførslur av høgari góðsku."
Síðani framførdur næmingar úr Skúlanum á Giljanesi tveir lokalar slagarar, "Válandi heim" hjá Tinganest og "Húsabrekku Blues" hjá Vágaverk.
Framførslan staðfesti, at Vágasound, við spaghetti western-ljóðmarum og hópin av chorus og phasara á gittaranum, livir væl har vesturi, eisini millum tey heilt ungu.
Katrin Petersen, virkandi Kringvarpsstjóri, gjørdi í síni røðu vart við, at Spæl føroyskt-vikan er fyrst og fremst fyri føroyingar.
"Hetta er ein vika, har vit loyva okkum at vera innforstaðin. Lurta eftir tónleiki bara fyri okkara egnu skyld. Tað kann gott vera, at fólk aðrastaðni kunnu dáma sangirnar eisini, men 'Kvøld á Tinganesi' og 'Vágagellan' og 'Eitt sunnukvøld í Plantasjuni' og so nógvir aðrir hava eina søgu, sum fyrst og fremst tey, sum sjálvi hava drukkið øl á Tinganesi ella gingið gjøgnum plantasjuna ella hava verið í dansi í Sørvági, fata."
Síðsti røðari á listanum var Dánjal á Neystabø, formaður í Tónleikasambandi Føroya. Hann vísti á, at vit føroyingar eru heimsmeistarar í at ljóða føroyskt, og tí er tað upplagt, at vit hava ein Spæl føroyskt-viku.
"Tí um vit ikki spæla føroyskt, hvør skal so?"
Glóðheitasta navnið á føroyska tónleikapallinum, Aggrasoppar, settu punktum fyri setanina av Spæl føroyskt-vikuni við einari feitari framførslu.
Upphavið til Spæl føroyskt-vikuna er, at í sambandi við FMA (Faroese Music Awards) hevur KVF seinastu árini spælt føroyskan tónleik burturav í útvarpinum í eina viku áðrenn FMA.
Seinnu árini Spæl føroyskt-vikan víðka til eisini at fevna um konsertir og onnur tiltøk, sum Tónleikasambandið samskipar í eina Spæl føroyskt-skrá.
Hóast Spæl føroyskt-vikan bleiv sett í kvøld, so tjóvstartaði skráin longu í vikuskiftinum við eitt nú einari spennandi konsert við Silvurdrongi og Marius DC í júst Listastovuni í Miðvági.
Umframt konsertirnar, so eru eisini hópin av alskyns tiltøkum eisini fevnd av Spæl føroyskt-vikuni, eitt nú sangløtur av alskyns slagi.