Nú verður heilsutrygdargjaldið afturrindað

Nú verður heilsutrygdargjaldið afturrindað
Sambært Taks er talan um 1.293 persónar, sum hava rætt til at fáa tilsamans góðar 22,3 milliónir krónur aftur frá Heilsutrygd
Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, eigur uppskotið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.02.2025 - 10:22

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur nú lagt lógaruppskot  fyri tingið, um heimila Heilsutrygd at afturrinda heilsutrygdargjald

Málið snýr seg um, at fólk, sum hava rindað til eina sosiala skipan í øðrum landi, eisini hava rindað til heilsutrygd. Tað hava tey ikki skyldu til sambært "Nordisk konvention om social sikring"

Í 2013 kærdi ein borgari hetta, og kravdi at fáa sítt gjald til Heilsutrygd afturgoldið. 

Les uppskotið her.

Heilsutrygd royndi málið í rættarskipanini, men í 2024 bleiv endaliga staðfest, at Heilsutrygd skal rinda heilsutrygdargjald aftur til tey, sum lúka treytirnar, og sum søkja um at fáa gjaldið afturrindað.

Sambært Taks er talan um 1.293 persónar, sum hava rætt til at fáa tilsamans góðar 22,3 milliónir krónur aftur frá Heilsutrygd.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

19022025_Heilsutrygdargjald

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017
Leygardag 29. mars
Heðin Brú 1:2 - teknmálstulkað
189989
Leygardag 29. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189985
Fríggjadag 28. mars
KAKUMiKS (1:7)
189948