
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eysturkommuna samtykti í gjár at taka av tilboði frá byggifelagnum Kanjon uppá 64,5 milliónir, um at út- og umbyggja skúlan í Leirvík.
Kommunan væntar, at øll verkætlanin fer at kosta umleið 95 milliónir krónur. Og tað er størsta íløga, sum Eysturkommuna hevur gjørt higartil.
Per Martin Gregersen er borgarstjóri í Eysturkommunu:
Fýra tilboð komu inn, og Kanjon hevði lægsta tilboðið, sum var 64,5 milliónir.
Tilboðið hjá HVT var 72 milliónir, hjá Articon 78 milliónir, og Búsetur hevði eitt tilboð uppá 80,5 milliónir.
Verkætlanin umfatar at taka gamla partin av skúlanum niður, og byggja eina nýmótans fimleikahøll, skúlakøk, serstovur og vanligar skúlastovur.
Økið er á leið 2.200 fermetrar.