
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eru sum heild væl før fyri at handfara vanlukkur

Sum heild eru Føroyar rímiliga væl førar fyri at handfara flest allar vanlukkur.
Men spurningurin er, um vit megna heilt stórar vanlukkur, til dømis við stórum ferðamannaskipum.
Bjarni Kárason Petersen. landsstýrismaður, hevur svarað spurningi frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, um tilbúgving.
Jóhannis Joensen.
44 leitingar og bjargingar
Í fjør vóru sambært Vørn 44 leitingar og bjargingar, sonevndir SAR-tilburðir, og 39 í 2023.
Føroyar hava avtalur við grannalondini um hjálp til dømis í sambandi við stór bjargingarátøk á sjónum, sigur landsstýrismaðurin.
Ítøkiliga hendir nógv í tilbúgvingini á landi, sigur hann.
Oljutangarnir til bjargingartyrlurnar vera eftir ætlan útbygdir, so vit kunnu handfara stórar vanlukkur á sjónum.
Váðameting
Bjarni Kárason Petersen sigur, at hann hevur biðið um eina váðameting.
Eisini verður arbeitt við einari nýggjari kreppustýringarætlan, sum skal siga, hvussu fólk og myndugleikar á operativum, taktiskum og politiskum stigi skulu samstarva, tá stórir tilburðir gera hetta neyðugt.