
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtt røktarheim í Hoyvík fyri 300 milliónir kr.
Nýtt røktarheim í Hoyvík fyri 300 milliónir kr.
Í heiminum vera 64 búpláss og dagtilboð til 50 fólk, sum búgva heima

Arbeiðið skal byrja í vár og vera liðugt í seinnu helvt av 2027.
Mynd: Tórshavnar kommuna
28.03.2025 - 08:18
Røktarheimið við Stórubrekku í Hoyvík fer at kosta næstan 300 mió. kr.
Tórshavnar býráð hevur tikið av tilboði frá Articon, sum er 296 milliónir og 270.627 kr. uttan meirvirðisgjald.
Fimm tilboð komu.
Í heiminum vera 64 búpláss og dagtilboð til 50 fólk, sum búgva heima.
Harumframt vera 16 røktaríbúðir til einstaklingar og pør.
Metta byggitíðin er tvey ár og átta mánaðir.
Arbeiðið skal byrja í vár og vera liðugt í seinnu helvt av 2027.
Byggingin verður 6.700 fermetrar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV