Broytingar verða gjørdar í uppskotinum um sjófeingislógina

Broytingar verða gjørdar í uppskotinum um sjófeingislógina
- Vit hava lurtað og tikið sjónarmiðini hjá vinnuni við, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
19.02.2025 - 13:15

Broytingar verða gjørdar í upprunaliga uppskotinum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, áðrenn lógaruppskotið um sjófeingislógina verður borið í løgtingið.

- Vit hava lurtað og tikið sjónarmiðini hjá vinnuni við, sigur Dennis Holm.

Landsstýrismaðurin vil ikki fara í smálutir við, hvørjar broytingar verða gjørdar, men hann sigur, at semja er í samgonguni um uppskotið, sum nú verður lagt fram.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

19022025_Sjofeingislog

 

Ætlaðu broytingarnar í sjófeingislógini eru evni á kjakfundi í Klaksvík í kvøld. Fundurin, sum er partur av árligu Torradøgunum, verður í Varpinum í Klaksvík klokkan sjey, og hann verður eisini sendur beinleiðis í útvarpinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. apríl
Eitt korter við klassiskum
190152
Mikudag 2. apríl
Morgunlestur mikudagur 2.apríl 2025
189977
Týsdag 1. apríl
LEITISSTEIN 01.04.2025 (Blátt Gras)
190130
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017