Manslandsliðið hevur eina greiða spælskipan

Manslandsliðið hevur eina greiða spælskipan
Eyðun Klakstein hevur sett brikkarnar á taktikktalvuna. Nøvnini kunnu broytast, men ikki spælskipanin. Hon verður 5-4-1
Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari
Mynd: Bárður Lydersen  
 
19.03.2025 - 15:15

Føroyska manslandsliðið í fótbólti fyrireikar seg í løtuni til HM-undankappingardystirnar móti Kekkia og Montenegro, sum verða ávikavist 22. mars og 25. mars á útivølli. Eyðun Klakstein er nýggjur venjari og hann hevur valt ein spælskipan, sum hann ætlar at halda fast í.

Í tølum hevur landsliðsvenjarin valt eina spælskipan, sum eitur 5-4-1, meðan tað í álopsstøðu líkist eini 3-4-3. Føroyar spældu 5-4-1 móti bæði Armenia og Norðurmakedónia í novembur mánaði, tá Eyðun Klakstein var fyribilsvenjari. Føroyar vunnu 1-0 á Armenia og taptu 1-0 móti Norðurmakedónia.

- Var tað ikki fyri ein stóran feil í verjuni móti Norðurmakedónia, so kom einki mál í gjøgnum. So eg haldi, at spælskipanin hjá okkum stóð trýstroyndina tá, og vit byggja nú víðari upp á hana, sigur Eyðun Klakstein.

Føroyska landsliðið hevur javnan tillagað spælskipanina eftir hvørjum vit hava spælt ímóti. Stóri spurningurin hevur oftani verið, um vit skulu spæla við trimum í miðverjuni. Tað verður nú gerandiskostur.

- Eg haldi tað er ein spælskipan, sum hóskar seg væl til spælararnar, ið vit hava. Vit skulu leggja afturat í onkrum av verjustøðunum, men vit skulu eisini leggja afturat spælinum við bólti. Skjótálopini skulu verða betri, vit arbeiða við deyðbóltunum og skulu blíva betri til at spæla bólt, tá vit hava hann, sigur Eyðun Klakstein

Landsliðið hevur vant á Tórsvølli mánadagin og týsdagin, og venur seinnapartin í dag á tjóðarleikvøllinum. Landsliðsvenjarin letur væl at fyrireikingunum.

- Vit hava úttikið 23 spælarar til hópin og allir venja. Vit hava ein spælara, sum hevur ein snudd, men hann venur við, segði Eyðun Klakstein til landsliðsvenjingina í gjár.

Talan var um Andrias Edmundsson, sum kendi til okkurt í knænum, men hann vandi alla venjingina. Føroyska ferðalagið fer avstað í morgin. Kringvarpið vísur dystirnar móti Kekkia og Montenegro. Teir verða leygardagin 22. mars og týsdagin 25. mars. Báðir dystirnir byrja klokkan 19.45.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301