- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aðalskrivari í FNU: Alsamt fleiri føroyingar síggja álvaran í náttúruverju

Fía Niclasen sigur, at áhugin fyri náttúruni av álvara tók seg upp í tannárunum, tá hon bleiv tilvitað um veðurlagsbroytingar og hvussu tær kunnu ávirka okkara lív.
Komandi aðalskrivarin hevur eina BSc í Management with Entrepreneurship frá Goldsmiths University og eina MSc í Environmental Technology frá Imperial College London.
Umframt hetta hevur hon royndir í verkætlanarleiðslu, náttúru- og umhvørvisátøkum og altjóða og norðurlendskum samstarvi.
Fía hevur verið ein virkin partur av FNU í trý ár, og hevur hevur staðið á odda fyri fleiri átøkum. Á næsta aðalfundi fer hon frá sum næstforkvinna og tekur við starvinum sum aðalskrivari 1. mai.
- Hetta er eitt ógvuliga týðandi starv, ásannar Fía Niclasen.
Hóast ávísa mótstøða í vinnuni, so heldur hon seg kortini síggja, at alsamt fleiri føroyingar taka náttúruverju í álvara.
Ikki minst eru nógv ung klár at taka tøk.