- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur IOC-forseti skal veljast í dag

Altjóða olympiska nevndin IOC skal í dag velja nýggjan forseta fyri Thomas Bach, sum hevur verið forseti seinastu 12 árini.
Forsetastarvið í IOC verður roknað sum eitt av valdmiklastu størvum í ítróttaheiminum. IOC umsitur nógvar milliardir at býta út, og nevndin setir eisini kósina á týðandi økjum sum antidoping og spurninginum um kyn og luttøkuna hjá transpersónum í ítrótti.
Og tað sum IOC sigur, verður sjáldan mótmælt, tí IOC hevur vald og pengar, sum kann kosta hjá teimum, sum muta ímóti.
Tí er eisini spenningur um, hvør nú verður valdur til nýggjan IOC-forseta. Fyrrverandi bretski rennarin Sebastian Coe, sum í løtuni er forseti í altjóða sambandinum fyri frælsan ítrótt, sigst vera millum favorittarnar.
Hann er ein av sjey, sum stilla upp. Hini seks eru Feisal Al Hussein prinsur av Jordan, Kirsty Coventry úr Simbabvi - sum er einasta kvinna, ið stillar upp - Johan Eliasch úr Svøríki, David Lappartient úr Fraklandi, Morinari Watanabe úr Japan, og Juan Antonio Samaranch Salisachs úr Spania. Hetta seinasta navnið er kent í olympiskum høpi. Hesin Samaranch er sonur Juan Antonio Samaranch, ið sat sum IOC forseti árini 1980-2001.
Nýggi forsetin verður valdur á loyniligari atkvøðugreiðslu millum teir 109 limirnar. Atkvøðugreiðslan byrjar klokkan 14 føroyska tíð, og væntandi verður úrslitið greitt ein góðan tíma seinni.
Nakrar av størstu avbjóðingunum hjá IOC næstu árini eru minkandi áhugi millum tey ungu fyri olympisku leikunum, hvussu sjónvarpsrættindi skulu síggja út næstu árini, hvørja støðu Russland skal hava í IOC og altjóða ítrótti, veðurlagsbroytingar og hvussu tær ávirka serliga vetrarolympiaduna, og spurningar um kyn í ítrótti.