- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hálvonnur millión og heiðursløn fyri framúrskarandi undirvísing á Setrinum

Masterútbúgvingin í heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum hevur vunnið hálvaaðru millión krónur og heiðursløn frá Novo Nordisk grunninum fyri framúrskarandi undirvísing.
Ása Róin, Marin Strøm og Anna Sofía Veyhe, sum eru lektarar á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarrøktarvísindi, hava fingið heiðurin fyri avbera góða undirvísing.
Tær tríggjar eru toymið av útbúgvingarleiðarum aftan fyri masterútbúgvingina í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya.
Heiðurslønin er upp á hálvaaðru millión krónur, har hvør teirra persónliga fær 25.000 krónur, meðan restin fer til Setrið at víðarimenna undirvísingina í heilsuvísindum.
Grundgevingin hjá Novo Nordisk grunninum fyri at lata teimum heiðurslønina er, at tær við ágrýtni og fakligari dygd hava ment eina útbúgving, sum er rótfest í føroyska samfelagnum.
Masterútbúgvingin í heilsuvísindum á Setrinum varð stovnað sum partur av tilgongd at menna heilsugransking og heilsuútbúgvingar í Føroyum, og har fígging úr Sjúkrakassagrunninum varð markað til endamálið.