- Tíðindi, mentan og ítróttur
10 ár síðani sólarmyrkingina

Tað var størsta hendingin í ein mansaldur, sólarmyrkingin 20. mars 2015.
11.400 ferðafólk komu til landið at uppliva hetta serliga náttúrufyribrigdi saman við føroyingum, og tað er ikki heilt av leið at siga, at sólarmyrkingin var startskotið til ta blómandi ferðavinnu, sum vit síggja í dag.
Sólarmyrkingin 20. mars 2015 var ein fullkomin sólarmyrking, ið sást úr Føroyum og av Svalbard um morgunin. Lutvís sólarmyrking var at síggja í eystara parti av Grønlandi, í øllum Evropa, í Norðurafrika og í vestara parti av asiatika partinum av Russlandi.
Longst í Mykinesi
Í høvuðsstaðnum Tórshavn byrjaði sólarmyrkingin klokkan 8:38:51 og endaði klokkan 10:47:40. Tað var full sólarmyrking í Havn frá klokkan 9:40:54 til 9:42:54, tá var náttarmyrkt.
Í Føroyum vardi sólarmyrkingin annars longst í Mykinesi, har hon var í tveir minuttir og 24 sekund. Styttst var hon í Akrabergi, har hon var ein minutt og fýra sekund.
Soleiðis ferðaðist sólarmyrkingin 20. mars 2015.
By A. T. Sinclair - NASA (http://eclipse.gsfc.nasa.gov/SEgoogle/SEgoogle2001.html), Public Domain, Link
Dokumentarurin "Tá landið fór í svart"
Nógv bleiv gjørt burtur úr sólarmyrkingini, eisini í Kringvarpi Føroya, sum framleiddi sjónvarpsdokumentarin "Tá landið fór í svart."
Vit síggja reportasju av flogvøllinum, uppliva gleðisróm í Sandavági, og vit uppliva eisini sólarmyrkingina saman við einum blindum.
Dokumentarurin kann síggjast á KVF Sjón og her niðanfyri.