Á Breddanum: Forboð, aldursmark og aðrar avmarkingar

Á Breddanum: Forboð, aldursmark og aðrar avmarkingar
Tey ungu sleppa til orðanna í sendingini í dag
Serfrøðingar hava ferð eftir ferð ávarað um, at orkudrykkir eru skaðiligir. (Savnsmynd)
 
11.02.2025 - 08:33

Forboð, aldursmark ella aðrar avmarkingar. 

Hugskotini hava verið mong í tali seinastu árini, um hvat skal gerast við orkudrykkirnar, sum bara vaksa í tali í handilshølunum, men sum serfrøðingar ferð eftir ferð hava ávarað um eru skaðiligir. 

So mikið skaðiligir, at ung og børn eiga at verjast fyri teimum. 

So seint sum í farnu viku vóru teir enn eina ferð nevndir á okkara høga tingi.

Men tað eru ikki bara orkudrykkir, sum røddir siga,  at børn og ung mugu verjast fyri. Fartelefonir, pornografiskt tilfar og sosialir miðlar eru onnur evni, sum javnan verður kjakast um. 

Men hvat siga tey ungu um hesi evni, og verða tey spurd, tá lóggávan skal smíðast. 

Í sendingini í dag lata vit tey ungu sleppa til orðanna. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301