Umsóknir til Heilsuskúlan seta met

Umsóknir til Heilsuskúlan seta met
Flestu umsóknir eru til heilsurøktaraútbúgvingina
Heilsuskúlin í Suðuroy.
 
19.03.2025 - 12:54

Heilsuskúlin í Suðuroy hevur fingið 45 umsóknir í ár, og tað er tað mesta, sum Vivie K. Davidsen, skúlastjóri, hevur sæð í síni tíð á skúlanum.

Í fjør vóru bara 10 umsóknir.

Á Heilsuskúlanum ber til at lesa til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðihjálpara.

 

Vivie K. Davidsen.

 

Flestu umsóknirnar eru til heilsurøktaraútbúgvingina.

Vivie K. Davidsen heldur avgjørt, at áhugin fyri at lesa á Heilsuskúlanum er vaksin, tí at tey lesandi møguliga fáa løn undir útbúgving.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

19032025_Heilsuskuli

 

 


]]

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238