- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin spurdur um lukku í Føroyum

Aftur í ár eru finnlendingar heimsins lukkuligasta fólkaslag.
Finnland fær 7,7 stig av tíggju møguligum.
Hetta er áttanda árið á rað, sum Finnland er nummar eitt.
ST kunnger í dag árliga listan, World Happiness Report, við lukkuligum og ólukkuligum tjóðum.
Norðurlond eru á fýra teimum fremstu plássunum.
Noregur er nummar sjey.
Danmark var nummar eitt
Danmark, sum annars í nógv ár var nummar eitt, men ikki hevur verið tað síðani 2016, er nú nummar tvey og hevur 7,5 stig.
Síðani koma Ísland, Svøríki og Niðurlond.
Á listanum eru 147 lond. Føroyar eru ikki teirra millum.
Niðast á listanum eru Afghanistan og Sierra Leone.
Fólk vera spurd um millum annað, hvat tey halda um korruptión, frælsi, livitíð, almannaveitingar, gávumildni og bruttotjóðarúrtøku í landi sínum.
1000 fólk vera spurd í hvørjum landi.