- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aki Matilda stillar upp fyri Naleraq
Aki Matilda stillar upp fyri Naleraq
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/aki_4.jpg?itok=b8oMs-wS)
Aki Matilda Høegh Dam stillar upp til landstingsvalið í Grønlandi fyri Naleraq.
Mynd: Ritzau Scanpix
10.02.2025 - 14:23
Dagført kl.: 15:55
Nú er greitt, at Aki-Matilda Høegh-Dam, sum tók seg úr Siumut fríggjadagin, er farin upp í flokkin Naleraq, og hon verður eisini valevni hjá flokkinum til landstingsvalið 11. mars.
Tað váttar Aki-Matilda Høegh-Dam fyri KNR
Aki Matilda Høegh-Dam hevur seinastu tíðina funnist at formanninum í Siumut, Erik Jensen, og tilgongdini hjá flokkinum í spurninginum um, hvussu skjót loysingartilgongdin skal vera.
Á seinasta fólkatingsvali fekk Aki Matilda Høegh-Dam 6.655 atkvøður.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV