Íbúðarverkætlanin á økinum hjá Frants Restorff verður av ongum 

Íbúðarverkætlanin á økinum hjá Frants Restorff verður av ongum 
Tryggingarfelagið LÍV hevur yvirtikið bakaríið og bygningarnar kring bakaríið, váttar Jan Jakobsen, stjóri í LÍV, sum í løtuni ikki veit, hvat skal henda við bygningunum
Hvørki hendan eldra ella tann nýggjara íbúðarverkætlanin bóru á mál, og tí er øll verkætlanin løgd til viks. Tryggingarfelagið LÍV eigur nú allar bygningarnar á hesari síðuni av vegnum
 
10.02.2025 - 18:59

Stóra íbúðarverkætlanin á økinum, har sum gamla bakaríið hjá Frants Restorff er í miðbýnum í Havn, millum Tórsgøtu og Magnus Heinasonargøtu, er nú endaliga slept. 

Tað váttar Jan Jakobsen, stjóri í Tryggingarfelagnum LÍV, sum í fyrsta umfari var partur av verkætlanini. Tað var nevniliga Tryggingarfelagið LÍV, sum fíggjaði keypið  av partapeninginum í pf. Frants Restorff, tá spf. RPM Projektmenning keypti felagið. 

RPM Projektmenning er mannað við persónum, sum eisini sita í nevndini og leiðsluni í Húsavarðartænastuni, sum í dag eitur HVT spf.  

 

Fleiri ætlanir verið 

Tað vóru annars gomlu eigararnir av pf. Frants Restoff, sum komu við fyrstu ætlanunum at byggja íbúðir á økinum, men tað eydnaðist ikki táverandi eigarunum av felagnum at fáa neyðugu loyvini upp á pláss, so farast kundi víðari við ætlanini. 

Tá nýggju eigararnir yvirtóku felagið høvdu teir eina aðra ætlan, sum Tryggingarfelagið LÍV skuldi vera partur av, men umleið eitt ár seinni gjørdi LÍV av at taka seg úr verkætlanini.  

Sambært Jan Jakobsen, stjóra í Tryggingarfelagnum LÍV, var tað serliga økta inflatiónin og hækkandi rentan, sum kom í kjalarvørrinum av inflatiónini, sum vóru viðvirkandi til, at Tryggingarfelagið LÍV fór burturúr, og at tað ikki bar til hjá hinum eigaranum at fáa verkætlanina at hanga saman. 

Eftir at tað gjørdist greitt, at tað ikki bar til at koma víðari við verkætlanini, eru partarnir komnir ásamt um at enda hesa verkætlanina, og tað er gjørt við einari semju um, at Tryggingarfelagið LÍV hevur yvirtikið gomlu bygningarnar hjá Frants Restorff, sum liggja millm Tórsgøtu og Magnus Heinasonargøtu, og gamla bygningin hjá Sjúkrakassanum, sum liggur í sama øki. 

Hin eigarin í verkætlanini, RPM Projektmenning, ella Húsavarðartænatan, hevur keypt Kondittaríið og gamla goymslubygningin hjá Franst Restorff, sum er grannabygningurin hjá Kondittarínum. 

 

Einki bar á mál 

Upprunaliga ætlanin hjá gomlu eigarunum av pf. Frants Restorff var at byggja 38 íbúðir í økinum. Í veghæddini skuldu handilshøli vera og omaná handilshølunum skuldi ein parkeringshædd gerast, so parkeringstrýstið í býnum ikki øktist so nógv, og so skuldu íbúðirnar byggjast omaná parkeringshæddina. 

Tað eydnaðist tó ikki at koma á mál við verkætlanini, og í apríl 2022 gjørdu eigararnir so av at selja partapeningin í felagnum til eigararnar av Húsavarðartænastuni, sum samstarvaðu við Tryggingarfelagið LÍV, sum eisini fíggjaði keypið. 

Nýggju eigararnir høvdu eisini ætlan um at byggja íbúðir, 35 í tali, men umleið eitt ár eftir, at teir høvdu keypt partapeningin í pf. Frants Restorff, gjørdi Tryggingarfelagið LÍV av at fara úr verkætlanini. 

Hin parturin av verkætlanini, RPM Projektering spf., valdi tó at halda fram at arbeiða við verkætlanini, men tá teir ásannaðu, at tað ikki bar til, hava partarnir gjørt av at leggja alla verkætlanina til viks og at býta bygningarnar ímillum sín. 

Tað er gjørt sum greitt er frá frammanfyri, har Tryggingarfelagið LÍV yvirtekur bygningarnar, sum liggja millum Tórsgøtu og Magnus Heinasonargøtu, og hin eigarin yvirtekur Kondittaríið og gomlu goymsluna, sum er grannabygningur hjá Kondittarínum. 

 

Eingin avgerð tikin enn 

Verður hugt eftir víddini kann staðfestast, at Tryggingarfelagið LÍV hevur yvirtikið nógv tann størsta partin av bygningunum í verkætlanini.  

Sambært kortal.fo er økið, sum Kondittaríið og Goymslan standa á, 298 fermetrar til víddar og hitt økið, har gamla bakaríið og bygningurin hjá Sjúkrakassanum standa, er 1.080 fermetrar. 

Kringvarpið hevur spurt Jan Jakobsen, stjóra í Tryggingarfelagnum LÍV, hvat felagið ætlar at gera við bygningarnar.  

- Nú hava vit gjørt hesa semjuna, so skulu vit líka brúka eitt sindur av tíð uppá at finna útav, hvussu vit grípa tað ann. Tað er ein nýggj støða og sjálvandi, hana skulu vit so fyrihalda okkum til og vita, hvat vit skulu gera á teimum ognunum, sum vit hava yvirtikið, sigur Jan Jakobsen, stjóri í Tryggingarfelagnum LÍV.

Jan Jakobsen vil heldur einki siga um fíggjarliga partin av avtaluni.

 

Hoyr alt innslagið, sum varð sent í tíðindunum klokkan 17 seinnapartin.

1725296

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371