- Tíðindi, mentan og ítróttur
Átøk at fyribyrgja yvirvekt
Alsamt fleiri viga ov nógv í Norðurlondum, tí koma norðurlendsku krabbameinsfeløgini við fimm átøkum, sum skulu fyribyrgja yvirvekt serliga millum børn og ung.
Sambært krabbameinsfeløgunum økir yvirvekt m.a. um vandan fyri at fáa 15 ymisk sløg av krabbameini.
Eisini her heima hevur Krabbameinsfelagið vent seg til politiska myndugleikan við niðanfyri nevndu tilmælum:
-Skattapolitisk átøk skulu setast í verk, sum gera tað lættari fíggjarliga at velja heilsugóðan kost. Átøkini skulu samstundis minka um sølu, keyp og nýtslu av heilsuskaðiligum mati og drykkivørum.
- Marknaðarføringslógin skal tillagast og herðast soleiðis, at hon fer at avmarka marknaðarføring av heilsuskaðiligum mati og drykkivørum.
- Mat- og drykkivørur skulu merkjast betur, so at keyparin hevur møguleikan at kunna seg um, hvat er í vøruni.
- Vit skulu hava heilsupolitikk í skúlunum, sum bæði stuðlar undir sunnar kostvanar og kropsliga rørslu í skúlunum.
- Fleiri fyribyrgjandi politikkir afturat, sum gera tað fíggjarliga møguligt og lættari at fáa hendur á heilsugóðum mati og at vera meira kropsliga virkin á øllum almennum stovnum og øll barnaárini.
Tilmælini eru grundaðar á dátur og tilfar úr Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki