- Tíðindi, mentan og ítróttur
Apoteksverkið missir ikki einkarætt
Heilsumálaráðið heldur ikki, at Apoteksverkið eigur at missa einkarættin at innflyta heilivág til havbúnaðin.
Tað vil Havbúnaðarfelagið, millum annað tí, at so fæst bíligari heilivágur.
Felagið sigur, at alifeløg hava fingið ítøkilig tilboð, sum eru lægri enn prísirnir hjá Apoteksverkinum.
Harafturat verður úrvalið størri, og heilivágurin kemur rættstundis.
Heilsumálaráðið sigur, at Apoteksverkið upplýsir, at missir Apoteksverkið einkarættin, er vandi fyri, at veitingin gerst meira óskipað.
Ringar royndir
Apoteksverkið sigur seg hava ringar royndir av veitarum, sum bjóða bíligan heilivág.
Og Apoteksverkið hevur seinasta árið gjørt stórar íløgur í nýggja, framkomna og størri framleiðsluorku, tá talan er um lúsaheilivág og heilivágsfóður.
Heilsufrøðiliga starvsstovan og landsdjóralæknin mæla eisini frá, at alarar sjálvir sleppa at innflyta heilivág.
Tí so er vandi fyri, at Heilsufrøðiliga starvsstovan missir møguleikan at hava nøktandi eftirlit við heilivágsnýtsluni í alivinnuni.