- Tíðindi, mentan og ítróttur
40 ár síðani størsta kvøldið í poppsøguni
Tað var mánakvøldið 28. januar í 1985, at hópin av flottum limusinum byrjaðu at steðga uttan fyri Lion Share Recording Studio hjá Kenny Rogers á Beverly Boulevard í Los Angeles.
Út steig ein amerikonsk superstjørna fyri og onnur eftir, sum allar fóru inn í sjálvt upptøkuhølið.
Í dag eru 40 ár síðani innspælíngina av sanginum "We Are The World", ið Lionel Richie og Michael Jackson høvdu skrivað, og sum Quincy Jones framleiddi.
Allar inntøkurnar frá sanginum fóru til at hjálpa teimum svøltandi í Etiopia.
Vildu ikki standa aftanfyri bretar
Amerikonsku stjørnurnar, við Harry Belafonte á odda, vildu ikki standa aftanfyri sínar bretsku líkar, ið høvdu savnað nógvar milliónir krónur inn til hjálpararbeiðið í Etiopia við útgávuni av jólasanginum "Do They Know It's Christmas" í desember 1984.
Fyri at tryggja sær luttøku av so nógvum stjørnum sum gjørligt, so varð avrátt at leggja innspælingina av "We Are The World" sama kvøld sum amerikanski tónleikaídnaðurin feiraði seg sjálvan við American Music Awards í Los Angeles. Og tað var so mánakvøldið 28. januar 1985.
Kendi tónleikaumboðsmanninum Ken Kragen hevði ábyrgd av at savna stjørnurnar saman, og úrslitið varð, at 46 av størstu tónleikanøvnunum í USA um hetta mundi, luttóku. Har ímillum Bob Dylan, Stevie Wonder, Bruce Springsteen, Kenny Rogers, Billy Joel, Cindy Lauper, Willie Nelson, Paul Simon, Diana Ross, Tina Turner, Ray Charles og onnur.
Prince ikki við
Michael Jackson og Lionel Richie, ið høvdu skrivað sangin, vóru við til at fyriskipa og vóru harvið sjálvskrivaðir.
Roynt var av øllum alvi at fáa Prince at luttaka, men hann var ikki til at vika, hóast lokkað var við, at Sheila E, ið Prince sá stórt í, var til staðar.
Í heimildarfilminum "The Greatest Night Of Pop", sum er gjørdur um innspælingina av "We Are The World", ásanna fyriskipararnir, at Sheila E bleiv brúkt sum lokkudúgva, og Sheila E viðgekk, at tað hevði kenst mannminkandi.
50 aðrar tónleikastjørnur, ið bjóðaðu seg til, sluppu ikki uppí part, eitt nú John Denver.
Check your ego at the door
Tað fyrsta, ið allar stjørnunar møttu, tá tær møttu upp í Lion Share Recording Studio í Los Angeles, var eitt skelti, ið Quincy Jones hevði sligið upp. "Check your ego at the door," stóð á skeltinum, sum var ein áminning til stóru stjørnurnar um, at her vóru øll líka, og tey vóru har fyri at tæna einum størri endamáli enn sær sjálvum.
Tey vóru har alla náttina og sungu inn. Onkur var vorðin skít, meðan onkur annar rýmdi, so Lionel Richie og Quincy Jones høvdu úr at gera við at halda skil á øllum.
Einaferð mátti Quincy Jones biðja Cindy Lauper lata seg úr mongu hálsketinum, tí tær larmaðu ov illa á upptøkunum.
Wonder hermdi eftir Dylan fyri Dylan
Bob Dylan var ótryggur í hesum umhvørvinum, og hendan mæta tónleikalegendan sá brádliga út sum ein smæði bygdadrongur, ið var vilstur inn í eitt upptøkuhøli í stórbýnum Los Angeles.
So illa bar til hjá Dylan at syngja sín part, at Stevie Wonder tók á seg at hjálpa honum við at herma eftir Bob Dylan fyri sjálvasta Bob Dylan. Ein rættiliga hugtakan løta, sum er at síggja í heimildarfilminum "The Greatest Night in Pop", ið er væl verdur at hyggja eftir.
Innspælingarnar av "Do The Know It's Christmas" og "We Are The World" vóru beinleiðis orsøkin til, at Bod Geldof og Midge Ure fingu áræðið til at skipa fyri stóru Live Aid-konsertunum, ið blivu fyriskipaðar á Wembley leikvøllinum í London og John F. Kennedy leikvøllinum í Philidelphia 13. juli 1985.
"We Are the World" gjørdist eitt risahitt og savnaði meir enn 80 milliónir dollarar, ið svarar til smáar 300 milliónir í dag, inn til tey svøltandi í Afrika.