Bráskipanin á matstovum kemur í gildi 1. mars

Bráskipanin á matstovum kemur í gildi 1. mars
Matstovurnar skulu hava eina brámynd - ein smiley, sum sigur, hvussu matstovan er
Hóast kunngerðin eftir ætlan kemur 1. mars, vera fyrstu eftirlitini eftir skipanini ikki gjørd fyrr enn nakað seinni, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.
 
27.01.2025 - 08:27

Nú nærkast dagurin, tá matstovur skulu hava úrslit frá eftirlitum hjá Heilsufrøðiligu starvsstovu hangandi á sjónligum staði beint við inngongdina.

Kunngerðin um tað kemur í gildi 1. mars.

Matstovurnar skulu hava ein brámynd, ein smiley, sum sigur, hvussu matstovan er.

Talan kann vera um eitt fegið brá, strangt brá ella misnøgt brá. 

Tey skulu skjótt og lætt geva fólki kunning um heilsufrøði, matvørutrygd, reinføri og annað hjá matstovuni. 

Hetta er skipan, sum er roynd í til dømis Danmark og Noregi.

 

 

Heimild í matvøurlógini

Kunngerðin, sum kemur um góðan mánað, hevur heimild í matvørulógini.

Hóast kunngerðin eftir ætlan kemur 1. mars, vera fyrstu eftirlitini eftir skipanini ikki gjørd fyrr enn nakað seinni, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Áðrenn skipanin verður sett í verk, og fyrstu eftirlitini eftir nýggju skipanini vera gjørd, verður nærri kunning send vinnuni, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Kunngerðin er galdandi fyri virksemi, sum hevur løggilding eftir reglunum í kunngerð um løggilding og skráseting av matvøruvirkjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. apríl
Morgunlestur mánadagur 7.apríl 2025
190245
Sunnudag 6. apríl
Bolero - Amy Beach
190318
Sunnudag 6. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190317
Sunnudag 6. apríl
Møti úr Betesda í Klaksvík.
190316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. apríl
Møti úr KFUM & K í Klaksvík
190331
Sunnudag 6. apríl
Andakt
190330
Leygardag 5. apríl
Sement 2025
190308
Leygardag 5. apríl
Nations League 2025: Føroyar - Moldova 2-0
190286
Fríggjadag 4. apríl
Veðrið
190275