- Tíðindi, mentan og ítróttur
Red Red Wine á Summarfestivalin
"Red Red Wine", "Kingston Town" og "Can't Help Falling In Love" fara at runga á Vágsbøi komandi summar.
Ali Campbell, ið er upprunaligi sangarin í UB40 og í dag spælir við bólki sínum undir navninum UB40 featurin Ali Campbell, verður eitt av høvuðsnøvnunum.
Hetta kunngjørdi Erik Biskupstø, fyriskipari, í sendingini Vikuskiftið seinnapartin.
Selt 100 milliónir plátur
UB40 var, sum sagt, stovnaður í Birmingham í Onglandi í 1978.
UB40 bleiv kendur fyri sínar reggae-tulkingar av sangum hjá øðrum, serliga Neil Diamond-sanginum “Red Red Wine”, Elvis-slagaranum “Can’t Help Falling In Love”, og Sonny og Cher-sanginum "I Got you Babe", sum UB40 framførdi saman við Chrissie Hynde.
Men UB40 hevur eisini hittað við sangum sum “Kingston Town” hjá Lord Creator, “Here I Am (Come And Take Me)” hjá Al Green og “The Way You Do The Things You” hjá The Temptations hava hittað stórt
Øll árini frá 1978 og fram til 2008 var manningin í UB40 støðug, men tá fór upprunasangarin og eyðkenda røddin í bólkinum, Ali Campbell, burturúr. Meðan upprunaligi bólkurin spælir víðari við nýggjum sangaran, stovnaði Ali Campbell sína evnu útgávu av UB40 featuring Ali Campbell, og tað er tann útgávan av bólkinum, ið kemur til Føroya at spæla.
Tað er eitt sindur sum, tá tað vóru fýra ymiskar útgávur av Boney M á konsertferð kring heimin, og í nýggjari tíð tvær útgávur av rokkbólkunum Skid Row og Queensrÿche.
Hvat: Summarfestivalurin
Hvar: Í Klaksvík
Nær: 7. til 9. august 2025.
Nøvn: UB40 featuring Ali Campbell