Eingi greið tekin um váðar í bankageiranum

Eingi greið tekin um váðar í bankageiranum
Váðaráðið sigur, at framvegis eru tekin um framgongd í føroyska búskapinum
Systemiskir váðar eru veikleikar ella ójavnvág í fíggjargeiranum, sum í ringasta føri kunnu elva til kreppu. (Savnsmynd)
 
09.12.2024 - 12:08

Føroya váðaráð heldur seg ikki síggja greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúna í føroyska bankageiranum.

Men Váðaráðið eygleiðir framvegis viðurskifti, sum kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum.

Systemiskir váðar eru veikleikar ella ójavnvág í fíggjargeiranum, sum í ringasta føri kunnu elva til kreppu. 

Ein váði er systemiskur, um hann kann væntast at raka allan ella týðandi part av fíggjargeiranum.

 

Framgongd í búskapinum

Váðaráðið sigur, at framvegis eru tekin um framgongd í føroyska búskapinum.

Millum annað privata nýtslan stuðlar henni, tí húsarhaldini hava fingið lønarhækkingar og skattalættar.

Lønarhækkingarnar hava tó ikki enn vunnið alla keypiorkuna inn aftur, sum er mist, síðani inflatiónin fór at vaksa, sigur Váðaráðið. 

Inflatiónin fór niður í 1,7 prosent í triðja ársfjórðingi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109