- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danski 1000-krónu seðilin fer úr gildi
Danski 1000-krónu seðilin fer úr gildi
Eftir 31. mai ber ikki longur til at rinda við donskum 1000-krónu seðlum í handlum
14.04.2025 - 21:38
Tann 31. mai fer danski 1000-krónu seðilin úr gildi, og tá kann man sostatt ikki longur rinda við pengaseðlinum í handlum.
Samstundis fara eisini eldri útgávur av 500 og 200-krónu seðlum úr gildi, og hetta er í høvuðsheitum vegna trygd, sigur Thorvald Jacob Petersen, leiðari í kundatænastuni hjá Føroya Banka.
Í Danmark hava tey nevniliga havt avbjóðingar, bæði við teimum eldri, og 1000-krónu pengaseðlunum, og verður nýggj røð av pengaseðlum tískil givin út, uttan 1000-krónu seðil.
Sum nú er væntar man ikki at føroyski 1000-krónu seðilin fer úr gildi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV