- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reiðarafelagið: Væl nøgdir við avtaluna við Russland
- Hetta er góð avtala fyri okkum.
Tað sigur Hanus Hansen, formaður í Reiðarafelagnum og stjóri í JFK, nú Føroyar og Russland hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2025.
Munandi skerjingar eru í botnfiskakvotunum í Barentshavinum næsta ár.
Toskakvotan minkar 23,8 prosent og hýsukvotan 4,5 prosent.
Føroyska kvotan fyri flatfisk rækjukvotan verða tær somu sum í ár.
Kvoturnar í russiskum sjógvi í 2025 verða sostatt: toskur 7.445 tons, hýsa 1.000 tons, flatfiskur 900 tons og rækjur 4.000 tons.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Emerald og Gadus, sum her eru avmyndaðir í Båtsfjørðinum í Noregi, fiska í Barentshavinum.
Russisku kvoturnar av makreli og norðhavssild í føroyskum sjógvi minka eisini.
Makrelkvotan minkar 34,3 prosent, og kvotan av norðhavssild lækkar 10,6 prosent. Kvotan av svartkjafti verður óbroytt.
Russisku kvoturnar í føroyskum sjógvi næsta ár verða: Svartkjaftur 75.000 tons, makrelur 8.080 tons og sild 5.800 tons.
Russisk skip fáa næsta ár atgongd til føroyskan sjógv at fiska í mesta lagi 52.612 tons av svartkjaftakvotuni, sum russisk skip hava í altjóða sjógvi. Hetta er eitt vet minni enn í ár.nøgd í mun til 2024.
Russisk skip sleppa heldur ikki næsta ár at fiska í serøkinum hjá Føroyum og Bretlandi, skrivar Fiskimálaráðið.