- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sambandsflokkurin gjørt avtalu við stjórnina um 54 milliónir
Sambandsflokkurin á fólkatingi hevur gjørt avtalu við donsku stjórnina um 54 milliónir krónur í sambandi við fíggjarlógina næsta ár
Meginparturin av peninginum fer til løgregluna í Føroyum, Føroya Rætt, gransking og filmsgerð.
Fimm mió. kr. eru settar av í eitt fýra ára skeið til at seta tvey fólk í starv hjá løgregluni - eitt kunningarfólk og ein dátugreinara.
- Politiið í Føroyum hevur stóran tørv á fólki, ið hava serliga vitan, tá talan er um cyberkriminalitet, og við semjuni eru stig tikin til at raðfesta politiið hægri, sigur Anna Falkenberg, fólkatinglimur fyri Sambandsflokkin, í tíðindaskrivi.
Ein mió. kr. er sett av til at umbyggja hølið, har fútin heldur til, til skrivstovur. Haraftrat fær Føroya rættur 400.000 kr. til videoútgerð.
Føroya rættur fær 400.000 kr. til videoútgerð.
Framtíðartryggja Rescue Lív
Bjargingarbáturin, Rescue Lív, fær slakar tvær milliónir á fíggjarlógini til at framtíðartryggja hann eini 25 ár aftrat.
Gransking í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki og havgransking kring Føroyar og í Norðuratlantshavi fáa átta mió. kr. hvør.
Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur saman við Javnaðarflokkinum á fólkatingi og grønlendska flokkinum, Inuit Ataqatigiit, útvegað filmspuljuni, Norddok III, 30 mió. kr. í trý ár.
Endamálið við Norddok er at stuðla heimildarfilmum, sum lýsa viðurskifti í Føroyum, Grønlandi ella í Danmark, sigur Sambandsflokkurin á fólkatingi.