Ráðførslan um Russland heldur fram

Ráðførslan um Russland heldur fram
Ráðførslan í uttanlandsnevndini um fiskiveiðiavtalu við Russland í 2025 heldur fram fyrrapartin í dag
Enn er ikki greitt, um russisk skip sleppa at fiska í føroyskum sjógvi næsta ár.a
 
22.11.2024 - 06:22

Ráðførslan í uttanlandsnevndini um fiskiveiðiavtalu við Russland í 2025 heldur fram fyrrapartin í dag.

Nevndin hevur givið landsstýrismonnunum í fiskivinnu- og samferðslumálum og uttanríkis- og vinnumálum og løgmanni fundarboð kl.10.00.

Øll ráðførslan er í trúnaði, so einki fæst at vita um hana ella um fundin í uttanlandsnevndini í gjár. 

Tað er eingin loyna, at limirnir í uttanlandsnevndini eru rúkandi ósamdir um fiskiveiðisamstarvið við Russland.

Og sum skilst var nevndarfundurin lívligur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109