
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ráðførslan í uttanlandsnevndini um fiskiveiðiavtalu við Russland í 2025 hevur hildið fram fyrrapartin.
Nevndin sendi boð eftir landsstýrismonnunum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennisi Holm, uttanríkis- og vinnumálum, Høgna Hoydal, og løgmanni, Aksel V. Johannesen.
Tíðindamaður Frants Jensen fekk orð á Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen, tá teir fóru á fund fyrrapartin, men teir vóru fámæltir:
Bjarni Hammer, formaður í uttanlandsnevndini, væntar, at Dennis Holm, landsstýrismaður, fær svar frá uttanlandsnevndini um vikuskiftið.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum á middegi.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen