Bíðar við at kalla aftur til fundar

Bíðar við at kalla aftur til fundar
Arni D. Brattaberg, sum er fyrstvaldur í Vágs býráði, vísir aftur, at Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin samráðast um nýggjan meiriluta í býráðnum
Arni Brattaberg hevur sum fyrstvaldur tvær ferðir roynt at kalla nývalda býráðið í Vági saman at skipa seg eftir valið, men hvørgu ferð hevur tað eydnast, tí ov fáir býráðslimir eru møttir. (Savnsmynd)
 
22.11.2024 - 13:06

- Steðgur í samráðingunum í løtuni, og um einki grundleggjandi broytist, bíði eg við at kalla inn aftur til fund. 

Tað sigur Arni D. Brattaberg, sum í farnu viku gjørdist fyrstvaldur í Vágs býráði við 120 atkvøðum. Hann er valdur á listanum hjá Tjóðveldi.

Upprunaliga ætlaðu Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin at skipa meiriluta, men hetta var av ongum, tá ið Bjarni Johansen, ein av trimum býráðslimum hjá Javnaðarflokkinum, ikki vildi skriva undir semjuskjalið.

Í staðin var líkt til, at Bjarni Johansen vildi skipa meiriluta við Tjóðveldi.

 

Bjarni Johansen hevur meldað seg úr Javnaðarflokkinum. 

 

Kreppufundir

Hetta var ein støða, sum hevði við sær fleiri kreppufundir í Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag.

Men áðrenn nøkur avgerð var tikin, boðaði Bjarni Johansen frá, at hann hevði meldað seg úr Javnaðarflokkinum. 

Tað hevur ljóðað, at Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin eru farin at samráðast um meirilutan, men tað vísir Arni D. Brattaberg aftur.

- Ongar samráðingar eru í løtuni. Nógv verður tosað í telefon, men ongar samráðingar eru, sigur Arni D. Brattaberg við útvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109