Fíggjarmálaráðið vil heldur eiga enn leiga

Fíggjarmálaráðið vil heldur eiga enn leiga
Málið um eykajáttan at keypa Kerit til viðgerðarstovnin Heilbrigdi fær endaliga viðgerð í tinginum í dag
Kerit kostar 12 milliónir kr. at keypa, og haraftrat skulu brúkast fimm milliónir til dagføringar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.11.2024 - 08:19

Fíggjarmálaráðið vil heldur eiga enn leiga bygningin, sum skal keypast til Heilbrigdi.

Fíggjarnevndin spurdi, hví landið fíggjar keypið, tí landið leigar fyri aðrar líknandi stovnar.

Løgtingið hevur játtað 17 mió. kr. til keypið.

Talan er um Kerit, nunnukleystrið við Varðagøtu í Havn.

Bygningurin kostar 12 milliónir krónur. Og fimm milliónir skulu brúkast til dagføringar. 

 

Nýggjur bygningur kostar 50-60 mió.

Metti kostnaðurin at byggja ein nýggjan viðgerðarstovn til Heilbrigdi er millum 50 og 60 milliónir krónur. 

Verandi bygningur hjá Heilbrigdi á Velbastað er ikki hóskandi longur.

Heilbrigdi hevur tí fyribils góðkenning sum viðgerðarstovnur.

Sambært viðtøkunum hjá Heilbrigdi fær landskassin tað, sum bygningurin á Velbastað verður seldur fyri.

Pengarnir til at keypa Kerit fyri eru í eykajáttanarlógini, sum fær triðju viðgerð á tingfundinum í dag.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109