Eingin ætlan um at broyta friðingar

Eingin ætlan um at broyta friðingar
Dennis Holm, landsstýrismaður, hevur svarað Bárði á Lakjuni, løgtingsmanni
Endamálið við friðingunum er m.a. at skilja sundur reiðskapin, húk og trol, sum illa fær roynt á somu leiðum samstundis, sigur landsstýrismaðurin.
 
21.11.2024 - 08:03

Eingin ætlan er um at broyta friðingarnar, sum nú eru í føroyskum sjógvi.

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Bárð á Lakjuni, løgtingsmann.

Hann sigur, at friðingar hava tvey endamál.

Annað er at skilja sundur reiðskapin, húk og trol, sum illa fær roynt á somu leiðum samstundis. 

Hetta var fremsta endamálið við teimum stóru trolfriðingunum, sum komu á landgrunninum í 1990unum. 

Hitt høvuðsendamálið við økisfriðingum er at verja gýtandi fisk.

 

70 prosent friðað

Bárður á Lakjuni sigur, at næstan 70 prosent av økinum innan fyri 300 metra dýpi eru heilt ella partvíst friðað fyri trolveiðu.

Hetta kemur sera illa við hjá einum parti av fiskiflotanum, sum longu er sera sperdur, sigur tingmaðurin. 

Flestu trolfriðingar hava verið óbroyttar síðani í 1990unum og summar friðingar eru nógv eldri enn tað, sigur hann.

Staðfestast kann, at friðingarnar fyri trolfiskiskap eru sera umfatandi.

Tað er torført at reka løngevandi vinnu, sigur Bárður á Lakjuni. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109