Størri sannlíkindi fyri, at oljuleiting verður í føroyskum øki

Størri sannlíkindi fyri, at oljuleiting verður í føroyskum øki
Tvær olljuleiðir eru fáar kilometrar úr føroyska markinum
Tá olja kemur úr Rosebank og Cambo, er møguleiki fyri, at oljufeløgini fara at leita í nærumhvørvinum, eisini í føroyskum øki, eftir meira kolvetni. (Savnsmynd)
 
20.11.2024 - 08:14

Oljuleiðir, sum eru nakrar fáar kilometrar frá føroyska markinum, gera sannlíkindini fyri, at leitað verður í føroyskum øki, størri.

Oljuleiðirnar, sum eru nærmast føroyska markinum, eru Rosebank, sum bara er 11 km. frá føroyska markinum, og Cambo, sum er fimm km. frá markinum.  

Cambo bíðar eftir loyvi frá bretsku myndugleikunum at vera útbygt.

Rosebank verður útbygt til framleiðslu.

Tað hevur fíggjarnevndin fingið at vita frá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum.  

 

Eisini í føroyskum øki

Tá olja kemur úr Rosebank og Cambo, er møguleiki fyri, at oljufeløgini fara at leita í nærumhvørvinum, eisini í føroyskum øki, eftir meira kolvetni.

Skatturin á kolvetnisvinnuna er nú 78 prosent í Bretlandi.

Ein vansi fyri Føroyar við teimum versnaðu fortreytunum fyri at reka kolvetnisvinnu í bretskum øki er, at vandi er fyri, at leitingin eftir nýggjum oljuleiðum steðgar.

Tað er, at fleiri oljuleiðir ikki koma beint uttan fyri føroyska markið.

Men tað kann vera ein fyrimunur fyri Føroyar, nú oljufeløgini fara at leita eftir møguleikum aðrastaðni fyri at sleppa undan stóra bretska skattinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. mars
Jambalaja - 080325
188856
Leygardag 8. mars
Upp á tá - 070325
188847
Leygardag 8. mars
Vikan 8. mars 2025
188843
Leygardag 8. mars
Morgunlestur leygardagur 8. mars 2025
188663
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823
Hósdag 6. mars
Foytar greyðir 2025
188766