Landsstýrið latið góðar átta milliónir til Ukraina í ár

Landsstýrið latið góðar átta milliónir til Ukraina í ár
Stuðul var latin 15 verkætlanum um altjóða menningarsamstarv og seks neyðhjálparátøkum
Landsstýrið hevur eisini latið 1,6 mió. kr. til fýra verkætlanir um altjóða menningarsamstarv í Bangladesh, Tansania og Uganda. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.11.2024 - 14:22

Landsstýrið hevur higartil í ár latið átta milliónir og 175 túsund kr. til menningarsamstarv og neyðhjálp í Ukraina.

Í ár vildi landsstýrið, at stuðulin var markaður til humanitert virksemi til frama fyri børn og ung.

Stuðul var latin 15 verkætlanum um altjóða menningarsamstarv og seks neyðhjálparátøkum.

Av hesum var ein millión latin til World Food Programme til humanitert arbeiði í Ukraina.

 

Biðið um 43 milliónir

Løgmálaráðið fekk 74 umsóknir, har biðið var um góðar 43 mió. kr.

Landsstýrið hevur eisini latið 1,6 mió. kr. til fýra verkætlanir um altjóða menningarsamstarv í Bangladesh, Tansania og Uganda. 

Inn komu 17 umsóknir.

Tað er ráðgevandi nevndin fyri altjóða menningarsamstarv, sum viðger umsóknirnar og ger tilmæli um stuðul.

Landsstýrið ella landsstýrisfólkið letur vanliga stuðul eftir umbøn frá hjálparfelagsskapum um altjóða kreppustøður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109