Tilflytarar skulu til integratiónssamrøðu og hava málundirvísing

Tilflytarar skulu til integratiónssamrøðu og hava málundirvísing
Í seinasta lagi 1. juli í 2026 skulu allar kommunur í landinum hava integratiónssamskipara, tó kann tað vera í samstarvi við aðrar kommunur
Fía Lindenskov er integratiónssamskipari í Tórshavnar kommunu.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.11.2024 - 14:10

Føroyar fáa nú sína fyrstu integratiónslóg. 

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, hevur lagt uppskot um ntegratiónslóg fyri tingið. 

Sambært nýggju lógini skulu tilflytarar millum annað hava málundirvísing og integratiónssamrøðu, fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi.

Í seinasta lagi 1. juli í 2026 skulu allar kommunur í landinum hava integratiónssamskipara, tó kann tað vera í samstarvi við aðrar kommunur.

Fía Lindenskov, integratiónssamskipari í Tórshavnar kommunu, sigur, at tað er ein fyrimunur, at kommurnar fáa upplýsingar um allar tilflytarar í kommununi, og kunnu seta seg í samband við tey.

Integratiónslógin var evnið í Breddanum fyrrapartin: 

 

19112024_Integration

 

Umframt Fíu Lindenskov vóru Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, David Im, integratiónssamskipari á Útlendingastovuni, og Bjarni Kárason Petersen, landsstýismaður, í Breddanum.

Breddin kann hoyrast her.


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109