Floksformaðurin letur lokalfeløgini viðgera støðuna

Floksformaðurin letur lokalfeløgini viðgera støðuna
Aksel V. Johannesen fer ikki beinleiðis upp í málini hjá Javnaðarflokkinum í Vági og í Havn, sum tóku seg upp í sambandi við kommunuvalið
Aksel V Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.11.2024 - 09:38

- Eg harmist um politisku støðuna í Vági, men tað er lokala politiska felagið, sum viðger støðuna, og eg havi álit á teimum.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.

Hann sigur eisini, at einki agg er til javnaðarfólkini í Havn, sum stillaðu upp á einum øðrum lista. Tey eru øll vælkomin aftur á lista C.

 

Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen stillaðu upp á Kommunulistanum í Havn og vóru valdir. Men teir eru vælkomnir aftur á lista C, sigur Aksel V Johannesen, floksformaður. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Bjarni Johansen er farin í part við Tjóðveldi í Vági, og verður eftir ætlan borgarstjóri í nýggja meirilutanum. Javnaðarfelagið viðger støðuna, sigur floksformaðurin.(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

Tað er javnaðarmaðurin Bjarni Johansen, sum er lopin frá avtaluni við hini í Javnaðarflokkinum í Vági og við Sambandsflokkin.

Hann er farin í part við Tjóðveldi, og verður eftir ætlan borgarstjóri.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

19112024_Aksel_og_javnadarfelog

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Mikudag 20. november
Góðan morgun Føroyar
183892
Mikudag 20. november
Morgunlestur mikudagur 20.november 2024
183770
Mikudag 20. november
LEITISSTEIN 19.11.2024 (Silvurdrongur)
183877
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. november
Veðrið
183867
Týsdag 19. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183834
Mánadag 18. november
3-2 (18. november 2024)
183825
Sunnudag 17. november
Guðstænasta úr Tvøroyrar kirkju
183749