Fleiri kommunustýri hava ikki skipað seg enn

bannari
Fleiri kommunustýri hava ikki skipað seg enn
Talan er m.a. um kommunustýrini í Porkeri, Hovi, Fugloy og Fuglafirði
Nú er ein vika síðani kommunuvalið, men enn hava ikki øll kommunustýri skipað seg.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.11.2024 - 11:36

Enn eru fleiri kommunustýri, sum ikki hava skipað seg, nú ein vika er liðin síðan kommunuvalið.

Eitt kommunustýri, sum ikki hevur skipað seg, er í Porkeris kommunu. Sambært Teresu Heradóttir Silvural, sum fekk flestar atkvøður í Porkeri, fer kommunustýrið at skipa seg í næstu viku, helst mikudagin.

Orsøkin til hetta er, at onkur av teimum valdu er uttanlands. 

Eingin avtala er gjørd, sigur Teresa Heradóttir Silvurdal. Hon fekk 57 persónligar atkvøður á kommunuvalinum, meðan sitandi borgarstjóri, Ása Elisabeth Holm, fekk 42 persónligar atkvøður.

 

Porkeri.

 

Hov

Í Hovi er kommunustýrið heldur ikki skipað. Sambært Delmari Tausen, sitandi borgarstjóra, sum var annar, ið fekk flestar atkvøður, verður kommunustýrið ikki skipað fyrr enn seinnapartin í næstu viku, tí onkur av teimum valdu ikki er tøkur.

Spurdur, um avtalur eru gjørdar um, hvør verður borgarstjóri, er svarið, at alt enn er púra opið. 

Delmar Tausen og Bergljót Bertholdsen Ludvig fingu bæði 14 atkvøður í Hovi. Í hølunum á teimum var Berit Vinni Hovsgarð, sum fekk 13 atkvøður. 

 

Delmar Tausen er borgarstjóri í Hovi, men enn hevur nývalda kommunustýrið ikki skipað seg.

 

Fugloy

Í Fugloy hava tey heldur ikki skipað seg enn, men tað verður fyri jól, sigur Símun Gullaksen, fyrstvaldur á lista A, sum var einasti listi í Fugloy. 

- Vit hava ikki skipað okkum, men tað plagar at vera gjørt í sátt og semju, sigur Símun Gullaksen. Hann fekk flestar, persónligar atkvøður við 18 atkvøðum. Næst eftir hann var Amalia í Frammistovu, sum fekk 11 atkvøður. 

 

Ólavur Larsen á lista Á og Dávur Juul á lista F fingu flestar atkvøður í Fuglafirði.

 

Fuglafjørður

Í Fuglafirði er heldur einki endaligt enn. Sambært sitandi borgarstjóra, Dávur Juul, sum fekk næstflestar atkvøður, er kommunustýrið ikki komið uppá pláss enn, og hann veit ikki, nær tað verður. Hann sigur tó, at listi Á mikudagin skal venda aftur við svari, sigur Dávur Juul. 

Í Fuglafirði fekk Ólavur Larsen á lista Á flestar atkvøður, 159. Næstur honum var Dávur Juul á lista F við 110 persónligum atkvøðum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Mikudag 20. november
Góðan morgun Føroyar
183892
Mikudag 20. november
Morgunlestur mikudagur 20.november 2024
183770
Mikudag 20. november
LEITISSTEIN 19.11.2024 (Silvurdrongur)
183877
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. november
Veðrið
183867
Týsdag 19. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183834
Mánadag 18. november
3-2 (18. november 2024)
183825
Sunnudag 17. november
Guðstænasta úr Tvøroyrar kirkju
183749