- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmálaráðið fingið kæru um valið í Skúvoy
Løgmálaráðið kannar eitt mál um, at alt møguliga ikki fór rætt fram á kommunuvalinum í Skúvoyar kommunu.
Nella Festirstein, aðalstjóri, váttar fyri VP.fo, at ein borgari hevur vent sær til Løgmálaráðið við fráboðan um, at viðkomandi ikki heldur, at alt fór rætt fram á valinum.
- Rætta mannagongdin er, at slíkt skal fráboðast kommunustýrinum fyrst, og tað fara vit at vegleiða viðkomandi um, sigur Nella Festirstein.
Hon sigur, at enn er ov tíðliga at siga, hvat víðari hendir.
VP.fo hevur frætt, at kæran millum annað snýr seg um, at vakt var ikki á valstaðnum alla tíðina, meðan valið var.
Váttar at klaga er komin
Kim Eidesgaard, valstýrisformaður í Skúvoyar kommunu, váttar fyri útvarpinum, at klaga er komin í sambandi við kommunuvalið týsdagin. Annað veit hann ikki um málið.
Kim Eidesgaard sigur, at trý umboð í valstýrinum sótu vakt í valhølunum alla tíðina, meðan kommuvalið var. Í døgurðasteðginum fór ein valstýrislimur í senn til døgurða, og ta tíðina sat ein eykalimur vakt fyri hann.
Tá ið valstýrislimir skuldu burturfrá eina lítla løtu, t.d. á vesi, var eingin eykalimur innkallaður, sigur Kim Eidesgaard.
34 fólk høvdu valrætt í Skúvoyar kommunu, 30 teirra greiddu atkvøðu.
Harry Jensen fekk 14 atkvøður, Jóannes í Hoygarðinum 10, og Jákup Andreas Thomsen fekk fýra atkvøður.