Hava framvegis ikki valt borgarstjóra í Vági

Hava framvegis ikki valt borgarstjóra í Vági
Ætlanin var, at nývalda býráðið skuldi skipa seg fyrrapartin, men tað var av ongum, tí ikki allir býráðslimir møttu
Tað lá í kortunum, at Levi Mørk í Javnaðarflokkinum skuldi verða nýggjur borgarstjóri í Vági 1. januar, men tá skrivast skuldi undir samgonguskjalið í gjár, vildi Bjarni Johansen, sum eisini er valdur á javnaðarlistanum, ikki skriva undir.
 
18.11.2024 - 13:16

Enn er eingin valdur í borgarstjórasessin í Vági at taka við 1. januar. 

Ætlanin var annars, at Levi Mørk í Javnaðarflokkinum skuldi vera borgarstjóri, men tá semjuskjalið millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin skuldi undirskrivast í gjárkvøldið, boðaði Bjarni Johansen úr Javnaðarflokkinum frá, at hann ikki fór at skriva undir.

Kringvarpið hevur allan fyrrapartin roynt at fáa viðmerking frá Bjarna Johansen, borgarstjóra, men hann sigur seg ikki hava nakra viðmerking enn.

 

Bjarni Johansen er borgarstjóri í Vági, og sum skilst ætlar hann at halda fram sum borgarstjóri í samgongu við Tjóðveldi eftir 1. januar.

 

Kringvarpið hevur eisini roynt at fáa viðmerking frá Arna G. Johansen í Suðuroyar syðra javnaðarfelag, Arna Brattaberg, sum er fyrst valdur á lista E, og Bárði G. Nielsen í Tjóðveldi, men teir hava ikki svarað telefonini.

Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, sigur, at hann vil svara spurningum seinnapartin.

 

Toppskorari

Levi Mørk, sum hevði eina avtalu um at gerast borgarstjóri í Vági sum toppskorari á Javnaðarlistanum, hevur nú heitt á Javnaðarflokkin um at taka støðu til, hvat skal gerast, nú Bjarni Johansen, sum eisini var valdur á Javnaðarflokkinum, fór í samgongu við Tjóðveldi, og stendur til at halda fram borgarstjóri.

Tá býráðið skuldi skipa seg fyrrapartin, møttu hvørki býráðslimirnir hjá Sambandsflokkinum ella Levi Mørk og Rakul Nolsøe í Lágabø í Javnaðarflokkinum.

Hoyr samrøðu við Levi Mørk í útvarpstíðindunum:

 

18112024_Levi_Mork

 

Levi Mørk gjørdist toppskorari á kommunuvalinum í Vági týsdagin við 131 persónligum atkvøðum. Bjarni Johansen var næstfremstur á Javnaðarlistanum við 108 persónligum atkvøðum.

Valið gav Tjóðveldi fýra býráðslimir, Javnaðarflokkinum tríggjar, og Sambandsflokkurin fekk tveir býráðslimir. 

Sostatt manglaði Tjóðveldi ein býráðslim fyri at fáa meiriluta. 

Hann hevur flokkurin nú fingið við Bjarna Johansen.

Og nývalda býráðið er kallað til fundar mikukvøldið kl 18.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
Onki føroyskt orð er fyri deyting
183806
Hósdag 21. november
Ung fara av landinum at lesa
183958
Hósdag 21. november
Morgunlestur hósdagur 21. november 2024
183774
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Mikudag 20. november
Góðan morgun Føroyar
183892
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Andaktin
183970
Týsdag 19. november
Veðrið
183867
Týsdag 19. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183834
Mánadag 18. november
3-2 (18. november 2024)
183825