Ósamsvar millum atkvøður og umboðan

bannari
Ósamsvar millum atkvøður og umboðan
Býtishátturin ger, at tað ikki altíð er samsvar millum talið av atkvøðum og hvørjir kommunustýrislimir verða valdir inn. Hetta sást aftur í trimum teimum størstu kommununum
Sámal Matras Kristiansen vísir á, at tað ikki altíð er so gott samsvar millum prosentvísu undirtøkuna í atkvøðum og prosentvísa býtið av býráðslimum
Mynd: Hilmar Jan Hansen  
 
17.11.2024 - 14:28

Var ein rættvísari býtisháttur brúktur á kommunuvalinum týsdagin, hevði Tjóðveldi í Havn latið Framsókn ein býráðslim, Fólkaflokkurin í Klaksvík hevði latið Javnaðarflokkinum ein og í Runavík hevði størsti listin fingið sjey og ikki átta býráðslimir.

Hetta eru dømi, sum samfelagfrøðingurin og námslektarin, Sámal Matras Kristiansen, brúkar í grein eftir kommunuvalið, har hann umrøður núverandi skipan sum eina “skeiklandi valskipan”.

Serliga heftir hann seg við, at tað ikki altíð er so gott samsvar millum prosentvísu undirtøkuna í atkvøðum og prosentvísa býtið av býráðslimum.

Hoyrið innslag her:

Matras_um_dhondt

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168