Valið í Oyndarfirði er meldað til løgregluna

bannari
Valið í Oyndarfirði er meldað til løgregluna
Jonhard Danielsen, ið stillaði upp á lista A til kommunuvalið í Runavíkar kommunu, hevur meldað. Kærugongdin er annars tann, at kærast skal til bý- ella bygdaráðið
Valið í Oyndarfirði er meldað til løgregluna. (Savnsmynd)
 
15.11.2024 - 13:24

Valið í Oyndarfirði er meldað til løgregluna í Norðurøkinum.

Tað váttar Jan Poulsen, løgreglumaður, fyri Kringvarpinum.

Jonhard Danielsen, ið var uppstillaður á lista A til kommunuvalið í Runavíkar kommunu, og sum valkvøldið var skrásettur at hava fingið 102 atkvøður, hevur meldað málið til løgregluna.

Tað váttar hann  fyri Kringvarpinum.

 

Jonhard Danielsen.

 

Misti eina atkvøðu

Tá valnevndin dagin eftir valið gjøgnumgekk atkvøðurnar, misti Jonhard Danielsen eina atkvøðu, og tí kom at standa á jøvnum millum Jonhard Danielsen og Jóhan Vest, sum tí báðir endaðu á 101 atkvøðu. 

Tá so er, sigur lógin um val til kommunustýri, at lutakast skal vera, og tað lutakastið vann Jóhan Vest.

Tá atkvøðurnar í Oyndarfirði vóru taldar upp valkvøldið, hevði Jonhard Danielsen fingið tríggjar atkvøður. Men tá valnevndin taldi upp dagin eftir, var ein atkvøða hjá Jonhardi Danielsen vrakað, tí hon var ógildug.

Kringvarpið hevur tosað við formannin í valstýrinum í Oyndarfirði, Bárð Árnason, og Alice Frederiksberg, sum er forkvinna í valnevndini í Runavíkar kommunu. Valnevndin í Runavíkar kommunu hevur yvirskipaðu ábyrgdina av kommunuvalinum og stendur fyri fínteljingini. 

 

Jóhan Vest. (Mynd: dimma.fo)

 

Lutakast

Bárður Árnason sigur, at hann sá, at ein atkvøða hjá Jonhardi Danielsen var ivasom, men at hon kortini var løgd saman við teimum gildugu atkvøðunum til valnevndina at taka støðu til.

Og tað gjørdi valnevndin, váttar Alice Frederiksberg, sum tó ikki vil gera samrøðu við Kringvarpið.

- Tá vit taldu atkvøðurnar upp dagin eftir, var ein atkvøða, sum var ógildug, og hon var tí ikki tald við, sigur hon.

Tað hevði so við sær, at atkvøðutalið broyttist, og at lutakast mátti til.

Málið er meldað til løgregluna, sum skal taka støðu til málið.

Sambært grein 23 í lógini um val til allar føroyskar kommunur, er kærugongdin tann, at kærarin í seinasta lagi átta dagar eftir, at valið er gjørt endaliga upp, skrivliga skal seta fram mótmæli sítt fyri bygda(r)ráðnum/býráðnum, sum so í seinasta lagi 10 dagar eftir at freistin er farin, skal taka avgerð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. desember
Country jól við Magna Christiansen
89319
Týsdag 24. desember
Pipar og Salt
185537
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477