Sára borgarstjóri í Vestmanna

Sára borgarstjóri í Vestmanna
Símin Jákup Højsted verður varaborgarstjóri
Sára Jógvansdóttir verður borgarstjóri í Vestmanna.
 
15.11.2024 - 05:37

Sára Jógvansdóttir verður borgarastjóri í Vestmanna.

Hon fekk flestar atkvøður á kommunuvalinum, 145.

Hon er varaborgarstjóri í bygdaráðnum, sum nú er.

Símin Jákup Højsted verður varaborgarstjóri. Hann fekk 138 atkvøður.

Sjey fólk eru í bygdaráðnum í Vestmanna. 

 

Nývalda bygdarráðið í Vestmanna.

 

Tey eru umframt Sáru Jógvansdóttur og Símin Jákup Højsted Anja Haldansen, Karl A. Olsen, Pauli Magnussen, Jákup S. Jóhanesarson og Janus Atli Jensen.

Bygdarráðið skipar seg formliga á almennum eyka bygdarráðsfundi 18. november.

Ætlanin hjá nývalda bygdarráðnum er skjótt at broyta stýrisskipanina fyri Vestmanna bygdaráð.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109