Samráðingar við kommunur um Hamragarð

Samráðingar við kommunur um Hamragarð
Tað kostar góðar 17 milliónir at umvæla Hamragarð, men higartil hava kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy ikki verið sinnaðar at gjalda
Nógvar ábøtur skulu gerast á Hamragarði í Vági.
 
15.11.2024 - 11:40

Nú kommunuval hevur verið, fer landsstýriskvinnan í fíggjarmálum at samráðast við kommunurnar í syðru helvt í Suðuroynni um, hvussu kostnaðurin fyri neyðugu ábøturnar á Hamragarði í Vági skulu býtast millum landið og kommunurnar.

Tað hevur fíggjarnevndin fingið at vita frá Almanna- og mentamálaráðnum.

Fundir hava verið millum partarnar, men eingin semja er enn. 

Kommunurnar hava ikki verið sinnaðar at rinda nakað sum helst.

Tað kostar 17,3 milliónir krónur at umvæla Hamragarð, segði Landsverk í mars í fjør. 

Ellis- og røktarheimið Hamragarður kom fyri 13 árum síðani.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109