Rakstrarstuðul til Eystur- og Sandoyartunlarnar heldur fram

Rakstrarstuðul til Eystur- og Sandoyartunlarnar heldur fram
Løgmaður hevur svarað fíggjarnevndini, sum viðger fíggjarlógina fyri næsta ár
Rakstrarstuðulin til tunlarnar heldur fram, til teir geva avlop, sigur løgmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.11.2024 - 08:11

Eingin ætlan er um broyta rakstarstuðulin úr landskassanum til Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

Um politiskt ynski kemur um tað, verður tað tikið upp, tá hetta kann gerast aktuelt.

Tað verður tó í fyrsta lagi, eftir at raksturin hjá felagnum hjá tunlunum fer at geva avlop.

Tað sigur løgmaður í svari til fíggjarnevndina. 

Stuðulin er sjey milliónir krónur um árið, so tunnilsfelagið kundi lækka prísirnar.

Harumframt eru tíggju milliónir krónur um árið, tí landskassin spardi útreiðslurnar til sigling millum Skopun og Gomlurætt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109