Nýggja býráðið í Havn hevur skipað seg

bannari
Nýggja býráðið í Havn hevur skipað seg
Elsa Berg verður nýggjur borgarstjóri 1. januar, og Heðin Mortensen verður varaborgarstjóri
Elsa Berg tekur við sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu 1. januar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.11.2024 - 18:53

Nývalda býráðið í Tórshavar kommunu hevur skipað seg.

Elsa Berg í Tjóðveldi er vald til borgarstjóra, Heðin Mortensen í Javnaðarflokkinum til 1. varaborgarstjóra og Tróndur Sigurðsson á Kommunulistanum til 2. varaborgarstjóra.

Meirilutin, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Borgaralistin,  og minnilutin, Kommunulistin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, skipaðu seg í hvør sín valbólk at velja borgarstjóra, varaborgarstjórar og nevndir.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109