Listi C skrædnaði - Eyðstein Zachariasen nýggjur borgarstjóri

bannari
Listi C skrædnaði - Eyðstein Zachariasen nýggjur borgarstjóri
Trý av fýra umboðum á lista C í Sunda kommunu og Kvinnulistin hava avtalað at skipa meiriluta
Eyðstein Zachariasen verður eftir ætlan nýggjur borgarstjóri í Sunda kommunu.
 
14.11.2024 - 13:21

Eyðstein Zachariasen verður eftir ætlan nýggjur borgarstjóri í Sunda kommunu.

Eyðstein Zachariasen var fyrstvaldur á lista C, sum tilsamans fekk sjey umboð vald í kommunustýrið.

Hin listin, sum fekk umboð vald, var listil B, tann sokallaði Kvinnulistin. Hann fekk fýra umboð.

Ein meiriluti er samdur um, at Eyðstein Zachariasen skal vera borgarstjóri, men tað serliga er, at trý umboð á lista C hava gjørt avtalu við Kvinnulistan um at skipa meiriluta.

Eyðstein Zachariasen var í Breddanum fyrrapartin:

 

Eydstein_1

 

Eyðstein Zachariasen fer at leggja dent á samstarv:

 

1412024_Eydstein_2

 

Vit hava roynt at fáa viðmerking fá Jógvani Kruse, borgarstjóra, sum ikki er partur av nýggja meirilutanum, men tað hevur ikki eydnast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109