Kvinnur størri lut í lønarvøkstrinum

Kvinnur størri lut í lønarvøkstrinum
Lønin hjá kvinnum var sløk tíggju prosent størri seinasta árið, og hjá monnum var hon sløk fýra prosent størri
Lønarvøksturin seinasta árið var størri hjá kvinnum enn hjá monnum, vísa tøl hjá Hagstovuni. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
14.11.2024 - 08:52

Kvinnur eiga nú størri lut í lønarvøkstrinum.

Sambært Hagstovuni er vøksturin í lønargjaldingunum frá november í fjør til oktober í ár størri hjá kvinnum enn hjá monnum. 

Lønin hjá kvinnum var sløk tíggju prosent størri, hjá monnum var hon sløk fýra prosent størri. 

Vøksturin er 711 mió. kr. 

Kvinnurnar eiga yvir 60 prosent, 440 mió. kr.

Men miðallønin hjá kvinnum er ein triðing minni enn hjá monnum, skrivar Hagstovan. 

Í oktober var mánaðarliga miðallønin, tá eru bæði kynini við, 35.673 krónur. 

12,6 milliardir krónur eru goldnar í lønum seinasta árið. Vøksturin er seks prosent.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109