Elsa Berg verður borgarstjóri og Heðin Mortensen varaborgarstjóri

Elsa Berg verður borgarstjóri og Heðin Mortensen varaborgarstjóri
Og Borgaralistin er við í samgonguni
Hesi manna nýggja býráðsmeirilutan í Tórshavnar kommunu.
 
14.11.2024 - 00:56

Teir tríggir flokkarnir siga í tíðindaskrivi nú eftir midnátt, at Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Borgaralistin hava í kvøld avtalað at skipa samgongu í Tórshavnar býráð. 

Tjóðveldi fær borgarstjórasessin, og Javnaðarflokkurin fær varaborgarstjórasessin.  

Samgonguflokkarnir eru somuleiðis samdir um at raðfesta hesi høvuðsøki: Bústaðir, dagstovna– og eldraøkið og umhvørvið. 

Næsta stig verður nú at kalla inn til eyka býráðsfund at skipa nýggja býráðið, og síðan verður farið undir at orða samgonguskjal millum flokkarnar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109