Ólavur og Dávur hittast seinnapartin

Ólavur og Dávur hittast seinnapartin
Ólavur Larsen fekk flestar atkvøður á býráðsvalinum í Fuglafirði í gjár, og Dávur Juul, borgarstjóri, fekk næstflestar
Ólavur Larsen og Dávur Juul hava avtalað fund seinnapartin.
 
13.11.2024 - 11:28

Í Fuglafirði gjørdist Ólavur Larsen á lista Á toppskorari við 159 persónligum atkvøðum. Næstflestar atkvøður fekk sitandi borgarstjóri, Dávur Juul, á lista F. Hann fekk 110 atkvøður.

Dávur Juul sigur, at umboðini fyri sitandi meiriluta á lista B og F tosaðu saman í gjárkvøldið.

Í dag hittast Dávur Juul, umboðandi sitandi meirlutan, og Ólavur Larsen á lista Á.

Teir hava avtalað fund klokkan 13. 

Listi Á hevur fýra býráðslimir og listi F tríggjar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109