Málningur av kvinnum avdúkaður í fólkatinginum

Málningur av kvinnum avdúkaður í fólkatinginum
Marita Petersen, sála, sum var løgmaður og løgtingsforkvinna í Føroyum, er eisini við á málninginum
30 kvinnur eru á málninginum, sum var avdúkaður í gjár. Ytst til vinstru Marita Petersen, sála.
Mynd: Fólkatingið  
 
13.11.2024 - 09:15

Málningurin av 30 kvinnum var avdúkaður í fólkatinginum í gjár.

Sambært innstilling hjá listanevndini hjá fólkatinginum gjørdi formansskapurin av í 2021 at biðja Mie Mørkeberg gera málningin.

Marita Petersen, sála, sum var løgmaður og løgtingsforkvinna í Føroyum, er við á málninginum.

Hon er fyrsta kvinnan, sum gjørdist stjórnarleiðari í danska ríkinum, sigur fólkatingið.

Ruth Heilmann umboðar Grønland.

Í fólkatinginum var longu ein málningur av 30 monnum, sum fyrireikaðu broytingar í grundlógina í 1915.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109