- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havnin er tald upp: Her er nýggja býráðið
Tað hevur verið spenningur til síðstu løtu á Hálsi í Havn.
Tað gjørdist greitt rættiliga tíðliga, at Elsa Berg hevði fingið nógvar atkvøður, meðan núverandi borgarstjórin, Heðin Mortensen, ikki hevði fingið eins nógvar atkvøður sum til undanfarna valið. Soleiðis býttu atkvøðurnar seg á ymsu flokkarnar:
Elsa Berg segði tíðliga á kvøldinum, at hon ætlaði at fara eftir borgarstjórasessinum, men einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt. Og soleiðis hevur heldur ikki verið í kvøld. Tí meðan atkvøðurnar vóru taldar upp, tóku samráðingar seg upp á valstaðnum.
Og enn er óvist, júst hvussu samgongan verður skipað, og um Elsa Berg og Tjóðveldi yvirhøvur eru partur av einum meiriluta í Tórshavnar kommunu.
Tí hóast Tjóðveldi gjørdist størsti flokkurin og fekk fýra umboð í kommunustýrið, skal teljast upp í sjey limir, um ein samgonga skal skipast. Og hetta sær eftir sjónvarpsmyndunum at døma møguliga út til at gerast torført fyri Elsu Berg og Tjóðveldi.
Rættiliga stór útskifting
Tað er ein rættiliga stór útskifting, sum fer fram í býráðnum. Tí fleiri nýggj nøvn eru á listanum.
Høgni Vilhelmsen, Heidi Lava Elgeirsdóttir, Anja Maria Hammer Weyhe, Bergur Robert Dam Jensen, Annita á Fríðriksmørk og Guttormur í Skála hava ikki áður sitið í kommunustýrinum.